fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Farloyvisstarv sum námslektari í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði

Á Søgu- og samfelagsdeildini er eitt tíðaravmarkað starv sum námslektari í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði leyst at søkja. Starvið fevnir um undirvísing í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði og er tíðaravmarkað til eitt ár.

 

Førleikakrøv
Fyri at verða sett/ur í starv sum námslektari er neyðugt at hava góðan fakligan førleika, í minsta lagi master- ella kandidatútbúgving í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði.
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur undirvísingarroyndir.
Góðir málførleikar í føroyskum, skandinaviskum og enskum eru kravdir, og tað er somuleiðis ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur gott innlit í føroysk búskaparviðurskifti.

 

Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, møgulig vísindalig avrik og arbeiðsroyndir. Møguligar undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing, saman við eftirmetingum, um tílíkar eru til taks.

Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt við at nýta leinkið niðanfyri.

 

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 

Freist
Umsóknarfreist er 30. oktober 2024. Miðað verður eftir at seta starvið skjótast gjørligt.
Søkt verður um starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta viðkomandi skjøl við.
Starvsstaðurin er Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, 100 Tórshavn.

 

Nærri upplýsingar
Um starvið fáast við at venda sær til Herit Albinus, útbúgvingarleiðara, herita@setur.fo, ella til Eriku Hayfield, dekan, erikah@setur.fo.

 

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum.
Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og 180 starvsfólk.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttansetursstuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum.
Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

 

Lagt út tann
16. okt. 2024
Starv
Farloyvisstarv sum námslektari í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði
Starvsheiti
Farloyvisstarv sum námslektari í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði
Virki
Fróðskaparsetur Føroya
Deild
Søgu- og samfelagsdeildin
Umsóknarfreist
30. okt. 2024
Starvstíð
01. jan. 2025 - 31. des. 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor