Leys størv
Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS) á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir tveimum námslektarum í sjúkrarøktarfrøði. Annað starvið er eitt fast starv við byrjan 17. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Hitt starvið er eitt tíðaravmarkað starv frá 17. august 2026 til 31. juli 2027 við møguleika fyri leingjan.
Starvið
Vit bjóða eitt fakliga spennandi arbeiðsumhvørvi við møguleika fyri at vera við til at menna sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina í Føroyum í tøttum samstarvi við kliniska økið.
Starvið sum námslektari fevnir um undirvísing í sjúkrarøktarfrøði, vegleiðing og próvtøkur í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir, umframt ástøðiliga vegleiðing og próvtøkur hjá lesandi, ið eru í kliniskari starvsvenjing. Námslektarin er harafturat við til at skipa og menna undirvísingina í sjúkrarøktarfrøði.
Arbeitt verður í tøttum samstarvi við útbúgvingarleiðarar, undirvísarar á útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði, starvsfólk á DHS og aðrar samstarvspartar - til dømis á kliniska økinum.
Førleikar
Umsøkjarar skulu vera sjúkrarøktarfrøðingar við í minsta lagi trý ára royndum í kliniskari sjúkrarøkt og hava viðkomandi hægri útbúgving á masterstigi (120 ECTS). Vit vænta harafturat, at umsøkjarin:
- Dugir at samskifta á føroyskum, skandinaviskum og enskum máli
- Hevur kunnleika um útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði á DHS, sum er ein fyrimunur
- Hevur royndir við undirvísing
- Hevur granskingarroyndir og innlit í granskingargrundreglurnar
- Hevur góð samstarvsevni
Starvið sum námslektari er fulltíðar undirvísingarstarv. Námslektarin skal hava góðan fakligan og vísindaligan førleika og harafturat góðan námsfrøðiligan førleika. Av tí at sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin, umframt ástøðiliga fakøkið, eisini hevur klinisk fakøki, eru kliniskar royndir og innlit í hetta økið ein fyrimunur. Námslektarar hava vanliga ikki granskingarskyldu, men kunnu fáa tillutað granskingartíð frá dekaninum. Granskingarroyndir og innlit í granskingargrundreglur eru tó av týdningi.
Setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.
Umsókn
Við umsóknini skulu sendast lívsrensl, avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, starvsroyndir, royndir við undirvísing og gransking. Umsóknarfreistin er 15. juni 2026.
Søk starvið her
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til varadekanin, May-Britt Skoradal, maybritts@setur.fo, tlf. 292253, ella til dekanin, Magna Mohr, magnim@setur.fo, tlf. 292270.
Um deildina
Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi verður undirvíst og granskað í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum í breiðari merking. Skipað verður eisini fyri serstøkum skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi.
Endamálið við útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði er at geva teimum lesandi førleika at virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar og vera við í tvørfakligum samstarvi. Útbúgvingin skal í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnskapi.
Bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði fatar um ástøðiliga undirvísing á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og kliniska undirvísing á ymiskum økjum innan primera- og sekundera økið í heilsu-, almanna- og kommunugeirunum.
Um Fróðskaparsetur Føroya
Fróðskaparsetur Føroya – føroyska universitetið - er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1000 lesandi og 180 starvsfólk. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.
Les meira um Setrið á www.setur.fo
Á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya sóknast vit eftir einum ph.d.-lesandi, ið kann verða við til at menna nýggja fak- og granskingarøkið føroyskt sum annaðmál.
Um verkætlanina
Granskingarverkætlanin snýr seg um menning av annaðmálsundirvísing fyri vaksin og kann eisini fevna um ung á miðnámi. Ein yvirskipaður spurningur er, hvussu annaðmálsundirvísing fyri ung og vaksin, ið læra føroyskt sum eitt afturatlagt mál, kann verða ment í einum fleirmálsligum samteksti.
Tann ph.d.-lesandi skal útinna gransking, sum kann fáa fram nýggja vitan um annaðmálstøku og føroyskt sum annaðmál við serligum atliti at ítøkiligum avbjóðingunum í útbúgvingarverkinum og/ella á arbeiðsmarknaðinum. Hvørjar serligar avbjóðingar eru tongdar at annaðmálsmáltøku hjá ungum og vaksnum í einum málsligum landslagi í støðugari broyting? Hvussu kann annaðmálsundirvísing, sum tekur atlit at ymiskum lærutørvum, verða skipað, ment og eftirmett?
Endamálið við ætlaðu granskingarverkætlanini er at styrkja núverandi og komandi útbúgvingartilboð í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin, t.e. fáa fram vitan, ið er viðkomandi fyri førleikamenning av komandi annaðmálslærarum, og sum harvið kann geva føroyska samfelagnum eitt munagott fakligt íkast til lutfalsliga nýggja fakøkið føroyskt sum annaðmál.
Áhugaður umsøkjari velur sjálv/ur evni og skrivar uppskot til verkætlanarlýsing á umleið 5 síður at leggja við umsóknini. Dømi um evni, ið eru serliga viðkomandi, eru:
Fleirmæli og annaðmálslæring
Annaðmálsundirvísing, ið tekur atlit at fjølbroyttum læringstørvum hjá vaksnum tilflytarum
Nýtslumálfrøði og annaðmálsundirvísing í praksis
Virkislagaðar tilgongdir (action-oriented approaches) til annaðmálsundirvísing fyri ung og/ella vaksin
Fakdidaktikkur í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin
Málnýtsla í føroyskum sum annaðmál og mállæra sum samskiftisligt amboð
Menning av skriftmáli (skriviførleikum) í føroyskum sum annaðmál
Millummentanarlig læring (intercultural communication and learning)
Endurdidaktisering av undirvísingartilfari
Annaðmálsundirvísing og arbeiðsmarknaðurin
Verkætlanin byrjar eftir ætlan 1. oktober.
Førleikar
Umsøkjari skal hava MA- ella kandidatprógv í máli frá hægri lærustovni. Væntað verður, at umsøkjarin:
Hevur holla vitan um føroyskt mál og málnýtslu
Hevur serligan áhuga fyri spurningum um mál og integratión
Dugir at leggja til rættis og arbeiða skipað og sjálvstøðugt
Er ágrýtin og dugir at samstarva
Dugir væl at orða seg munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast CV og avrit av próvskjølum, váttanum og viðmælum. Harumframt yvirlit yvir faklig/vísindalig avrik, eitt nú útgávur og/ella undirvísing umframt samanumtøka av høvuðsritgerð/masterritgerð, um ein slík er til taks.
Ein uml. 5 síður long lýsing av uppskoti til verkætlanarlýsing má fylgja við. Lýsingin verður støði undir viðgerðini av umsóknini. Ein endalig verkætlanarlýsing verður seinni formliga gjørd við støði í sjálvari umsóknini og innsenda uppskotinum og góðkend av nevndini fyri Ph.d.-skúlan á Fróðskaparsetrinum, áðrenn verkætlanin verður sett í gongd.
Setanarviðurskiftir
Talan er um 3 ára ph.d.-lestur við innskriving sambært Kunngerð nr. 108 frá 10. juni 2025 um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya. Umframt sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði krevur ph.d.-lestur, at tann ph.d.-lesandi undirvísir og tekur skeið á samanlagt 30 ECTS. Skeiðini verða tikin í Føroyum og uttanlands.
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Starvið er tíðaravmarkað í trý ár.
Tann, sum verður sett/ur, fer at arbeiða saman við núverandi granskarum á økinum og verða partur av granskaraumhvørvinum á Føroyamálsdeildini og Fróðskaparsetrinum.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 20. august 2026.
Søk starvið her
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast hjá Elisabeth Holm, adjunkti í føroyskum sum annaðmál, ElisabethH@setur.fo, tlf. 292512, ella hjá Bergi Djurhuus Hansen, dekani, bergurdh@setur.fo.
Um Fróðskaparsetur Føroya
Fróðskaparsetur Føroya – føroyska universitetið - er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1000 lesandi og 180 starvsfólk. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.
Les meira um Setrið á www.setur.fo
Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er eitt hálvtíðarstarv sum námslektari í søgu leyst at søkja. Talan er um tíðaravmarkað starv í tvey ár. Fleiri útbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini eru tvørfakliga skipaðar. Tann, sum fær starvið, kann tí, umframt at undirvísa á bachelor- og masterstigi, eisini rokna við at undirvísa lesandi á øðrum útbúgvingum á deildini.
Førleikar
Fyri at verða sett/ur í starv sum námslektari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, vænta vit:
At tú hevur góðan fakligan førleika í søgu á í minsta lagi master- ella kandidatstigi. Umsøkjarar við ph.d.-útbúgving hava ein fyrimun
At tú dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum, skandinaviskum og enskum
At tú hevur gott innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, sum eisini er ein fyrimunur
Hevur góðir undirvísingarførleikar og samstarvsevni
At tú ert fús/ur at arbeiða til frama fyri deildina í breiðari merking
Á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn, arbeiða umleið 30 fólk við ymiskum førleikum og á ymsum fakøkjum. Á deildini er gott og spennandi akademiskt umhvørvi við kjaki og samstarvi tvørtur um fakmørk.
Setanarviðurskiftir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsókn
Við umsóknini skulu sendast lívsrensl, íroknað yvirlit yvir útbúgvingargongd, møgulig vísindalig avrik og arbeiðsroyndir, umframt avrit av próvskjølum. Í mesta lagi fimm vísindaligar útgávur/greinar kunnu leggjast við umsóknini. Møguligar undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við eftirmetingum, um tílíkar eru til taks.
Umsóknarfrestin er 20. juni 2026. Starvið verður eftir ætlan sett í seinasta lagi 1. september 2026.
Søk starvið her
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eriku Anne Hayfield, dekan, tlf. 292597, erikah@setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo.
Um Fróðskaparsetur Føroya
Fróðskaparsetur Føroya – føroyska universitetið - er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1000 lesandi og 180 starvsfólk. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.
Les meira um Setrið á www.setur.fo