fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Ph.d.-lesandi til verkætlan um uttanríkis- og trygdarpolitikk í Føroyum og Norðuratlantshavi

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir ph.d.-lesandi til verkætlan um uttanríkis- og trygdarpolitikk í Føroyum og Norðuratlantshavi. Ætlanin er, at viðkomandi byrjar tann 1. januar 2025 ella eftir nærri avtalu. Verkætlanin er stuðlað við fígging úr FASDiNA-granskingarskránni undir Granskingarráðnum.

 

 

Um verkætlanina

Ph.d.-verkætlanin er partur av størri granskingarøki við heitinum FASDiNA (Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic), sum Granskingarráðið umsitur. Verkætlanin hevur til endamáls at skapa økta vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantshavi. Verkætlanin skal sostatt veita virðismikla vitan um eksternu fortreytirnar fyri føroyskum trygdar- og uttanríkispolitikki og varpa ljós á, hvørjar møguleikar og avbjóðingar Føroyar hava í hesum høpi.

 

Í ljósinum av øktum geopolitiskum spenningum millum stórveldini hevur áhugin fyri Føroyum, Grønlandi og Norðuratlantshavi verið vaksandi. Ein ábending um hetta er økta virksemið hjá amerikanska herinum í Norðuratlantshavi. Bæði Føroyar og Grønland eru partur av NATO, og bæði londini hava samtykt nýggjar trygdarpolitiskar strategiir í 2024. Samstundis hava bæði londini ymisk sløg av handilsligum sambondum við Russland og Kina. Í hesum høpi skal verkætlanin kanna, hvussu smátjóðir sum Føroyar og Grønland navigera í einum nýggjum geopolitiskum veruleika.

 

  

Um starvið

Starvið fer at geva einum dugnaligum ph.d.-kandidati høvi til spennandi fakliga menning og útbúgving í tøttum samstarvi við føroyskar og altjóða granskarar.

 

Tað hevur týdning, at umsøkjarin hevur áræði og hug til eina akademiska yrkisleið sum granskari og undirvísari, og at umsøkjarin eisini hevur serligan áhuga fyri altjóða politikki, uttanríkispolitikki og trygdarpolitikki. Viðkomandi skal hava góð analytisk evni og góð evni at fáa til vega nýggja og týdningarmikla vitan. Umsøkjarar skulu eisini hava holla vitan um føroysk samfelagsviðurskifti, megna at arbeiða sjálvstøðugt og megna at undirvísa á universitetsstigi. Harafturat hevur starvið við sær, at umsøkjarar vistast uttanlands ávís tíðarskeið í sambandi við ph.d.-skeið og dátuinnsavnan.

 

Nærri upplýsingar um ph.d.-verkætlanina kunnu fáast við at venda sær til Heina í Skorini, lektara á Søgu- og samfelagsdeildini.

 

 

Førleikakrøv

Umsøkjarin verður mettur eftir fakligum førleikum og motiveraðu umsóknini. Umframt hetta verða umsøkjarar eisini mettir eftir øðrum førleikum og royndum til sjálvstøðugt at fullføra eina ph.d.-útbúgving. Umsøkjarin skal:

 

·         Í minsta lagi hava masterprógv ella kandidatprógv frá hægri lærustovni í

          stjórnmálafrøði, samfelagsvísindi ella aðrari viðkomandi vísindagrein

·         Hava serligan áhuga fyri gransking í uttanríkis- og trygdarpolitikki

·         Duga at arbeiða systematiskt og sjálvstøðugt

·         Hava góðar analytiskar og akademiskar førleikar

·         Vera før/-ur fyri at samskifta sannførandi bæði skrivliga og munnliga

·         Vera før/-ur fyri at skriva á føroyskum og enskum

 

Umsókn

Umsóknin skal innihalda:

·         Upplýsingar um tína fakligu og yrkisligu bakgrund, royndir og motivatión fyri at

          søkja júst hetta starvið (umleið 1 síða)

·         CV og avrit av próvskjølum, váttanum og viðmælum

·         Samanumtøku av høvuðsritgerð/masterritgerð

·         Yvirlit yvir møguliga útgivnar greinar (í mesta lagi fimm)

·         Eina sjálvstøðuga lýsing av, hvussu tú ímyndar tær, at verkætlanin kann loysast      (umleið 2 síður). Talan er um eina partvíst nágreinaða verkætlan sambært brotinum omanfyri um endamálið við verkætlanini. Men møguleiki verður eisini at seta egnan dám á verkætlanina. Tí skulu umsøkjarar leggja fram egnar hugsanir um, hvussu ein slík verkætlan kann fremjast. Lýsingin skal innihalda uppskot um:

      o   Møguligar granskingarspurningar (t.e., at umsøkjarar orða 1-3 spurningar, sum koma at mynda verkætlanina)

      o   val av viðkomandi ástøði (t.e., at umsøkjarar seta orð á ástøðilig amboð og núverandi gransking, sum kann vera viðkomandi at brúka)

      o   val av viðkomandi háttalagi/háttaløgum til at svara settu spurningunum (t.e., at umsøkjarar seta orð á, hvussu nýtt tilfar ella nýggjar dátur kunnu savnast saman og síðani viðgerast)

 

 

Setanartreytir
Talan er um 3 ára ph.d.-útbúgving við innskriving á Fróðskaparsetri Føroya sambært Kunngerð nr. 63 frá 24. mai 2016 um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya. Umframt sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði hevur ph.d.-lesturin við sær, at umsøkjarin ognar sær royndir við miðling og undirvísing, og at viðkomandi tekur ph.d.-skeið eftir nærri ásettum leisti.

 

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya (stig 1). Starvið er tíðaravmarkað í trý ár.

 

Tað er ein treyt, at viðkomandi, sum verður settur í starv, kann trygdargóðkennast sambært galdandi reglum.

 

 

Nærri upplýsingar 

Nærri upplýsingar um starvið og verkætlanina fáast við at venda sær til Heina í Skorini, ph.d. og lektara á Søgu- og samfelagsdeildini:

Teldupostur: heinis@setur.fo

Telefon: +298 292610.


Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er mánadagin 4. november 2024 kl. 12.00.

 

Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta viðkomandi skjølini við.

 

  

Um Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 180 starvsfólk.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttansetursstuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

 

Lagt út tann
08. okt. 2024
Starv
Ph.d.-lesandi til verkætlan um uttanríkis- og trygdarpolitikk í Føroyum og Norðuratlantshavi
Starvsheiti
Ph.d.-lesandi til verkætlan um uttanríkis- og trygdarpolitikk í Føroyum og Norðuratlantshavi
Virki
Fróðskaparsetur Føroya
Deild
Søgu- og samfelagsdeildin
Umsóknarfreist
04. nov. 2024
Starvstíð
01. jan. 2025 - 31. des. 2027
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor