Adjunkt- ella lektarastarv í føroyskum máli
Eitt adjunkt- ella lektarastarv í føroyskum máli á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja. Starvið verður sett frá 15. desember 2026 ella eftir avtalu.
Um starvið
Á Føroyamálsdeildini verður granskað og undirvíst í føroyskum máli og bókmentum. Málgranskarar á deildini býta undirvísing og gransking ímillum sín, men samstarva eisini tvørtur um granskingarøki og taka lut í málfrøðiligum verkætlanum saman við innan- og uttanhýsis starvsfeløgum. Ætlanin við hesum starvinum er at menna søguligu málfrøðina, undir hesum norrønt. Til ber eisini at menna onnur viðkomandi granskingarøki og evni til undirvísing. Eftir avtalu er røkt og skipan av staðarnavnasavninum partur av starvinum.
Starvið fevnir um undirvísing á BA- og MA-stigi. Til undirvísingina hoyra fyrisitingarligar uppgávur, og roknað verður við, at tann, sum verður sett/ur, tekur lut í menningini av bæði undirvísing og gransking á Føroyamálsdeildini.
Føroyamálsdeildin bjóðar út BA-, MA- og ph.d-útbúgving umframt hjánám í Føroyskum og BA-útbúgving í Listaligum arbeiði. Á deildini eru 17 starvsfólk í føstum starvi umframt 5 verkætlanarsett og umleið 50 lesandi. Máltøknidepilin er partur av deildini og Málstovan undir Málráðnum hoyrir fyrisitingarliga til deildina. Á Málstovuni er 4 starvsfólk umframt tíðaravmarkað lestrar- og verkætlanarstørv.
Førleikar
Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað granskingarevni og hava ítøkiliga ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu eisini søkja starvið við møguleika fyri at fáa boðið tíðaravmarkað ph.d.-vísindastarv. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella tveyára (120 ECTS) masterútbúgving. Lektarastarv er fast vísindastarv.
Undirvísingarmálið er føroyskt, og umsøkjarar mugu duga eitt ella fleiri skandinavisk mál umframt enskt væl og virðiliga.
Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Umsøkjarar skulu lýsa síni granskingaráhugamál, og hvussu teir hugsa at menna gransking og undirvísing á starvsøkinum.
Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og 5 tey bestu vísindaavrikini skulu leggjast við umsóknini.
Undirvísingarroyndir verða skjalprógvaðar við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmælum og eftirmetingum, um tær eru til taks. Umsóknin og øll skjøl verða send talgilt.
Setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.
Fróðskaparsetrið tilskilar sær rætt til at seta adjunkt í starv heldur enn ein lektara, um førleikarnir hjá adjunktinum út frá eini heildarmeting hóska betur til innihaldið í og ætlanina við lýsta starvinum. Somuleiðis kann umsøkjari verða sett/ur í ph.d.-vísindastarv, um aðrir umsøkjarar ikki verða mettir at liva upp til lýstu ætlanirnar við starvinum.
Freist
Umsóknarfreistin er 10.11.2026.
Søk starvið her
Nærri upplýsingar fáast hjá Bergi Djurhuus Hansen, dekani á Føroyamálsdeildini, bergurdh@setur.fo
Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya – føroyska universitetið - er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1000 lesandi og 180 starvsfólk. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.
Les meira um Setrið á www.setur.fo