fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Adjunktur í námsfrøðiligari heimspeki

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir einum adjunkti í námsfrøðiligari heimspeki at seta frá 1. januar 2027. Talan er um fulltíðarstarv, sum er tíðaravmarkað í 4 ár við møguleika fyri at framflytast til lektara.

 

Um starvið

Starvið fevnir bæði um undirvísing og gransking. Í starvinum verður tú partur av einum granskingarumhvørvi í menning, har tú arbeiðir við námsvísindaligari heimspeki í altjóða og føroyskum høpi. Dentur verður lagdur á at menna og framtíðartryggja granskingarorkuna á økinum.

 

Haraftrat skalt tú kunna undirvísa í skeiðunum "Lívsáskoðan og siðalæra" og "Vísindaástøði", umframt at vegleiða lesandi bæði í sambandi við B.Ed. og MA. ritgerðir. Eisini verður tann, ið settur verður, knýttur at Barna og ungdómsgranskingardeplinum, sum er staðsettur á Námsvísindadeildini.

 

Ein týðandi liður í starvinum er at menna og miðla granskingarúrslit, bæði til fakfólk og til samfelagið í breiðari merking. Við starvinum verður tú við til at styrkja og menna granskingarvirksemið á Námsvísindadeildini og skapa varandi virði á námsvísindaliga økinum í Føroyum.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarin verður mettur eftir fakligum førleikum og motiveraðu umsóknini, eins og evnunum at arbeiða sjálvstøðugt og granskingargrundað. Krøvini eru:

 

  • Ph.d.-útbúgving í viðkomandi fakøki
  • Førleikar innan fyri námsvísindaliga gransking
  • Góðir undirvísingarførleikar
  • Royndir við at skriva og umsita granskingarverkætlanir
  • Góð evnir at miðla vísindaliga vitan til ymiskar málbólkar
  • Duga væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Hava góðan førleika í føroyskum og enskum, bæði í skrift og talu

 

Umsókn

Umsóknin skal innihalda:

- Upplýsingar um tína fakligu og yrkisligu bakgrund, royndir og motivatión fyri at søkja júst hetta starvið (umleið 1 síða)

- CV og avrit av próvskjølum, váttanum og viðmælum

- Møguliga útgivnar greinar (í mesta lagi fimm)

 

Setanartreytir

Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 

Tað er ein treyt, at viðkomandi, sum verður settur í starv, kann trygdargóðkennast sambært galdandi reglum.

 

Nærri upplýsingar 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kalpanu Vijayavarathan-R, dekan á Námsvísindadeildini:

Teldupostur: kalpanav@setur.fo

Telefon: +298 299423.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er hósdagin 8. oktober 2026.

 

Søk starvið her

 

Um Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetur Føroya – føroyska universitetið - er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1000 lesandi og 180 starvsfólk. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

 

Les meira um Setrið á www.setur.fo

Lagt út tann
17. sep. 2026
Starv
Adjunktur í námsfrøðiligari heimspeki
Starvsheiti
Adjunktur í námsfrøðiligari heimspeki
Virki
Fróðskaparsetur Føroya
Deild
Námsvísindadeildin
Umsóknarfreist
08. okt. 2026
Starvstíð
01. jan. 2027 - 31. des. 2030
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor