fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Ráðgevi til Granskingar- og framtakseindina

Søkt verður eftir ráðgeva at arbeiða við gransking og menning á Fróðskaparsetri Føroya. Starvið verður sett frá 1. august 2026, ella eftir nærri avtalu.

 

Starvið
Granskingar- og framtakseindin er fyrisitingarlig eind, ið arbeiðir við at fremja og menna granskingarøkið á Setrinum umframt at røkja uttanhýsis samstørv.

 

Arbeiðsøkið í Granskingar- og framtakseindini er breitt, og tann, sum fær starvið, skal millum annað vera við til at menna, miðla og seta í verk felags karmar fyri gransking og eisini menna strategisku ætlanirnar í verki. Harafturat fevnir ein týdningarmikil partur av starvinum um at samskifta við granskingarleiðarar, fyrisiting og leiðslu.

 

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um at skapa og menna mannagongdir, ið stuðla undir granskingarvirksemið á Setrinum, og at fremja og viðlíkahalda samstørv millum Setrið og samstarvspartar. Sum ráðgevi skalt tú eisini stuðla og ráðgeva granskarum í samband við umsóknir um fígging til verkætlanir.

 

Harafturat skal kunningartilfar um gransking mennast og rekast á talgildu miðlum Setursins. Uppgávan er somuleiðis at vegleiða granskarum í miðling av granskingarverkætlanum og -úrslitum og at dagføra og røkja almenna granskarapallin pure.fo

 

Førleikar
Umsøkjarin skal hava hægri akademiska útbúgving, og tað er ein fyrimunur at hava royndir og/ella kenna virksemið á einum universiteti. Somuleiðis er tað ein fyrimunur at hava:

 

  • Royndir við umsiting av gransking og samstørvum
  • Royndir við at samskifta, menna og miðla granskingarvirksemi
  • Góðan málførleika og duga væl føroyskt, danskt og enskt munnliga og skrivliga
  • Góð samskiftis- og samstarvsevni, serliga í toymi og á talgildum pallum
  • Áræði at fara undir nýggjar uppgávur og sjálvstøðugt leggja tær til rættis á skipaðan hátt

 

Arbeiðsuppgávurnar kunnu broytast yvir tíð, og umsøkjarin má tí vera jaligur mótvegis broytingum og umlegging av eindini og uppgávunum.

 

Hevur tú annað móðurmál enn føroyskt, og verður sett/ur í starv, vænta vit, at tú innan 3 til 4 ár ognar tær førleika í føroyskum. Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

 

Setanarviðurskiftir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Umsóknarfreistin er tann 19. juni 2026.

 

Søk starvið her.

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Mohr, prorektara fyri gransking, tlf. 292270, magnim@setur.fo

 

Um Fróðskaparsetur Føroya
Fróðskaparsetur Føroya – føroyska universitetið - er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1000 lesandi og 180 starvsfólk. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

 

Les meira um Setrið á www.setur.fo

Lagt út tann
05. jun. 2026
Starv
Ráðgevi til Granskingar- og framtakseindina
Starvsheiti
Ráðgevi til Granskingar- og framtakseindina
Virki
Fróðskaparsetur Føroya
Deild
Granskingar- og framtakseindin
Umsóknarfreist
19. jun. 2026
Byrjunardagur
01. aug. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor