fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Námslektarar í sjúkrarøktarfrøði

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS) á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir tveimum námslektarum í sjúkrarøktarfrøði. Annað starvið er eitt fast starv við byrjan 17. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Hitt starvið er eitt tíðaravmarkað starv frá 17. august 2026 til 31. juli 2027 við møguleika fyri leingjan.

 

Starvið
Vit bjóða eitt fakliga spennandi arbeiðsumhvørvi við møguleika fyri at vera við til at menna sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina í Føroyum í tøttum samstarvi við kliniska økið.

 

Starvið sum námslektari fevnir um undirvísing í sjúkrarøktarfrøði, vegleiðing og próvtøkur í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir, umframt ástøðiliga vegleiðing og próvtøkur hjá lesandi, ið eru í kliniskari starvsvenjing. Námslektarin er harafturat við til at skipa og menna undirvísingina í sjúkrarøktarfrøði.

 

Arbeitt verður í tøttum samstarvi við útbúgvingarleiðarar, undirvísarar á útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði, starvsfólk á DHS og aðrar samstarvspartar - til dømis á kliniska økinum.

 

Førleikar
Umsøkjarar skulu vera sjúkrarøktarfrøðingar við í minsta lagi trý ára royndum í kliniskari sjúkrarøkt og hava viðkomandi hægri útbúgving á masterstigi (120 ECTS). Vit vænta harafturat, at umsøkjarin:

 

  • Dugir at samskifta á føroyskum, skandinaviskum og enskum máli
  • Hevur kunnleika um útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði á DHS, sum er ein fyrimunur
  • Hevur royndir við undirvísing
  • Hevur granskingarroyndir og innlit í granskingargrundreglurnar
  • Hevur góð samstarvsevni

 

Starvið sum námslektari er fulltíðar undirvísingarstarv. Námslektarin skal hava góðan fakligan og vísindaligan førleika og harafturat góðan námsfrøðiligan førleika. Av tí at sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin, umframt ástøðiliga fakøkið, eisini hevur klinisk fakøki, eru kliniskar royndir og innlit í hetta økið ein fyrimunur. Námslektarar hava vanliga ikki granskingarskyldu, men kunnu fáa tillutað granskingartíð frá dekaninum. Granskingarroyndir og innlit í granskingargrundreglur eru tó av týdningi.

 

Setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

 

Umsókn
Við umsóknini skulu sendast lívsrensl, avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, starvsroyndir, royndir við undirvísing og gransking. Umsóknarfreistin er 15. juni 2026.

 

Søk starvið her

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til varadekanin, May-Britt Skoradal, maybritts@setur.fo, tlf. 292253, ella til dekanin, Magna Mohr, magnim@setur.fo, tlf. 292270.

 

Um deildina
Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi verður undirvíst og granskað í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum í breiðari merking. Skipað verður eisini fyri serstøkum skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi.

 

Endamálið við útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði er at geva teimum lesandi førleika at virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar og vera við í tvørfakligum samstarvi. Útbúgvingin skal í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnskapi.

 

Bachelorútbúgvingin í  sjúkrarøktarfrøði fatar um ástøðiliga undirvísing á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og kliniska undirvísing á ymiskum økjum innan primera- og sekundera økið í heilsu-, almanna- og kommunugeirunum.

 

Um Fróðskaparsetur Føroya
Fróðskaparsetur Føroya – føroyska universitetið - er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1000 lesandi og 180 starvsfólk. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

 
Les meira um Setrið á www.setur.fo

Lagt út tann
29. mai 2026
Starv
Námslektarar í sjúkrarøktarfrøði
Starvsheiti
Námslektarar í sjúkrarøktarfrøði
Virki
Fróðskaparsetur Føroya
Deild
Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi
Umsóknarfreist
15. jun. 2026
Byrjunardagur
17. aug. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor