fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Ph.d. í føroyskum sum annaðmál

Á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya sóknast vit eftir einum ph.d.-lesandi, ið kann verða við til at menna nýggja fak- og granskingarøkið føroyskt sum annaðmál.


Um verkætlanina
Granskingarverkætlanin snýr seg um menning av annaðmálsundirvísing fyri vaksin og kann eisini fevna um ung á miðnámi. Ein yvirskipaður spurningur er, hvussu annaðmálsundirvísing fyri ung og vaksin, ið læra føroyskt sum eitt afturatlagt mál, kann verða ment í einum fleirmálsligum samteksti.

 

Tann ph.d.-lesandi skal útinna gransking, sum kann fáa fram nýggja vitan um annaðmálstøku og føroyskt sum annaðmál við serligum atliti at ítøkiligum avbjóðingunum í útbúgvingarverkinum og/ella á arbeiðsmarknaðinum. Hvørjar serligar avbjóðingar eru tongdar at annaðmálsmáltøku hjá ungum og vaksnum í einum málsligum landslagi í støðugari broyting? Hvussu kann annaðmálsundirvísing, sum tekur atlit at ymiskum lærutørvum, verða skipað, ment og eftirmett?

 

Endamálið við ætlaðu granskingarverkætlanini er at styrkja núverandi og komandi útbúgvingartilboð í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin, t.e. fáa fram vitan, ið er viðkomandi fyri førleikamenning av komandi annaðmálslærarum, og sum harvið kann geva føroyska samfelagnum eitt munagott fakligt íkast til lutfalsliga nýggja fakøkið føroyskt sum annaðmál.

 

Áhugaður umsøkjari velur sjálv/ur evni og skrivar uppskot til verkætlanarlýsing á umleið 5 síður at leggja við umsóknini. Dømi um evni, ið eru serliga viðkomandi, eru:

 

  • Fleirmæli og annaðmálslæring

  • Annaðmálsundirvísing, ið tekur atlit at fjølbroyttum læringstørvum hjá vaksnum tilflytarum

  • Nýtslumálfrøði og annaðmálsundirvísing í praksis

  • Virkislagaðar tilgongdir (action-oriented approaches) til annaðmálsundirvísing fyri ung og/ella vaksin

  • Fakdidaktikkur í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin

  • Málnýtsla í føroyskum sum annaðmál og mállæra sum samskiftisligt amboð

  • Menning av skriftmáli (skriviførleikum) í føroyskum sum annaðmál

  • Millummentanarlig læring (intercultural communication and learning)

  • Endurdidaktisering av undirvísingartilfari

  • Annaðmálsundirvísing og arbeiðsmarknaðurin

 

Verkætlanin byrjar eftir ætlan 1. oktober.


Førleikar
Umsøkjari skal hava MA- ella kandidatprógv í máli frá hægri lærustovni. Væntað verður, at umsøkjarin:

 

  • Hevur holla vitan um føroyskt mál og málnýtslu

  • Hevur serligan áhuga fyri spurningum um mál og integratión

  • Dugir at leggja til rættis og arbeiða skipað og sjálvstøðugt

  • Er ágrýtin og dugir at samstarva

  • Dugir væl at orða seg munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum

 

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast CV og avrit av próvskjølum, váttanum og viðmælum. Harumframt yvirlit yvir faklig/vísindalig avrik, eitt nú útgávur og/ella undirvísing umframt samanumtøka av høvuðsritgerð/masterritgerð, um ein slík er til taks.

 

Ein uml. 5 síður long lýsing av uppskoti til verkætlanarlýsing má fylgja við. Lýsingin verður støði undir viðgerðini av umsóknini. Ein endalig verkætlanarlýsing verður seinni formliga gjørd við støði í sjálvari umsóknini og innsenda uppskotinum og góðkend av nevndini fyri Ph.d.-skúlan á Fróðskaparsetrinum, áðrenn verkætlanin verður sett í gongd.   

 

Setanarviðurskiftir
Talan er um 3 ára ph.d.-lestur við innskriving sambært Kunngerð nr. 108 frá 10. juni 2025 um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya. Umframt sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði krevur ph.d.-lestur, at tann ph.d.-lesandi undirvísir og tekur skeið á samanlagt 30 ECTS. Skeiðini verða tikin í Føroyum og uttanlands.  

 

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Starvið er tíðaravmarkað í trý ár.

 

Tann, sum verður sett/ur, fer at arbeiða saman við núverandi granskarum á økinum og verða partur av granskaraumhvørvinum á Føroyamálsdeildini og Fróðskaparsetrinum. 

 

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 20. august 2026.

 

Søk starvið her

 

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast hjá Elisabeth Holm, adjunkti í føroyskum sum annaðmál, ElisabethH@setur.fo, tlf. 292512, ella hjá Bergi Djurhuus Hansen, dekani, bergurdh@setur.fo.

 

 

Um Fróðskaparsetur Føroya
Fróðskaparsetur Føroya – føroyska universitetið - er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1000 lesandi og 180 starvsfólk. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

 

Les meira um Setrið á www.setur.fo

Lagt út tann
27. mai 2026
Starv
Ph.d. í føroyskum sum annaðmál
Starvsheiti
Ph.d. í føroyskum sum annaðmál
Virki
Fróðskaparsetur Føroya
Deild
Føroyamálsdeildin
Umsóknarfreist
20. aug. 2026
Byrjunardagur
01. okt. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor