Málfrøðingur til Málráðið
Vilt tú vera við til at menna tær málfrøðiligu uppgávurnar, sum Málráðið arbeiðir við?
Eitt áhugavert og fjølbroytt starv sum málfrøðingur og samskipari á Málstovuni er leyst at søkja. Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast til ber.
Málstovan, skrivstovan hjá Málráðnum, er í støðugari menning við vaksandi tali av uppgávum. Sum málfrøðingur og samskipari fert tú at hava týðandi leiklut í at tryggja góðsku og framburð í arbeiðinum á Málstovuni.
Starvsøki
Arbeiðsøkið er fjølbroytt og fatar um málrøkt, málmenning, normering og ráðgeving. Somuleiðis er nógv samskifti knýtt at starvinum, tí tann, ið sett/-ur verður, skal samskipa og fylgja neyvt við teimum ymsu málfrøðiligu uppgávunum, sum Málráðið arbeiðir við.
Tú verður partur av einum virknum toymi, sum arbeiðir við føroyska málinum. Tínar høvuðsuppgávur fevna millum annað um:
- at samskipa uppgávur í gerandisdegnum og mannagongdir á Málstovuni
- at veita málsliga ráðgeving
- at arbeiða við orðalistum og yrkisorðum
- at gera upplýsandi tilfar um føroyskt mál
- at gera málfrøðiligt kanningararbeiði eftir tørvi og samtyktum í Málráðnum
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
- hevur útbúgving frá hægri lærustovni í føroyskum máli ella samsvarandi kunnleika og hegni til føroyskt málstarv
- hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum umframt góð evni at samskifta
- dugir málfrøðiligt háttalag, t.e. eitt nú arbeiði við orðtøku og orðabókafrøði
- ert proaktiv/-ur, jalig/-ur og sært møguleikar fram um forðingar
- nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
- hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður
- hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
Tað er ein fyrimunur, um tú dugir føroyskt teknmál. Somuleiðis er tað ein fyrimunur, um tú hevur góðar telduførleikar, men hesi eru ikki eitt krav.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv, men fyrsta árið er at rokna sum royndarár. Starvið verður sett frá 1. mars og verður lønt samsvarandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður sett í samsvari við løgtingslóg um málráð og Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Tann setti/-a má tola broytingar í starvinum.
Umsóknarfreist
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum og lívsrensli. Umsóknarfreistin er 24. februar 2026.
Tú søkir starvið her
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Beinir Bergsson, formann í Málráðnum, á telefon 225522 ella við telduposti til beinir@hi.is.
Um Málráðið
Málráðið er málrøktar- og málmenningarstovnur, skipaður undir landsstýrinum og í virksemi sínum óheftur av politisku skipanini. Málráðið varð stovnað í 2012 sambært løgtingslóg um málráð og hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið er skipað við ráði, starvsnevnd og skrivstovu. Málráðið og Fróðskaparsetur Føroya samstarva um skrivstovuhald og fyrisiting. Á Fróðskaparsetrinum eru 180 starvsfólk. Starvsstaðurin er skrivstovan á Málráðnum. Les meira á www.malrad.fo.