Vísindaligt hjálparfólk til verkætlan í máltøkni
Máltøknidepilin á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir vísindaligum hjálparfólki til verkætlanina CAALLM: Culture-Sensitive Assessment and Adjustment of Large Language Models – Adaptation to the Nordic-Baltic Societies fíggjað av Nordforsk. Endamálið við verkætlanini er at fremja ábyrgdarfulla tillaging av stórmálmyndlum við at tryggja, at teir umboða málsliga, mentanarliga og samfelagsliga fjølbroytnið í Norðurlondum og baltisku londunum.
Talan er um verkætlanarstarv hálva tíð í tvey ár. Starvið verður sett at byrja 1. mars 2026.
Um starvið
Sum vísindaligt hjálparfólk fert tú at arbeiða við málsligum tilfari og dátum. Uppgávurnar verða at innsavna og skipa talgilt tilfar. Serliga fert tú at arbeiða við tilfari, sum er mentanarliga týdningarmikið í føroyskum, norðurlendskum og baltiskum høpi. Hetta fevnir um tekstir við myndamáli, føstum orðasambondum, orðatøkum og øðrum málsligum og mentanarligum eyðkennum, sum eru serlig um okkara leiðir. Ein partur av arbeiðinum verður eisini at týða metingardátur til føroyskt.
Arbeiðið stuðlar beinleiðis upp undir meting og menning av mentanarliga tilvitaðum vitlíki á føroyskum.
Tú verður partur av toyminum á Máltøknideplinum. Arbeiðið er partur av størri verkætlan í samstarvi við onnur universitet í øðrum londum, og skipað verður fyri verkstovum og fundum við breiða verkætlanarbólkinum.
Førleikar
Vit leita eftir einum eldhugaðum málfrøðingi við eyga fyri smálutum. Vit vænta, at tú hevur:
- MA-prógv í føroyskum (ella tilsvarandi útbúgving í máli)
- kunnleika til týðing og tvørmálsligt arbeiði
- hegni at arbeiða skipað, sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
- góð evni at samskifta og skriva vísindaliga
- lætt við at seta teg inn í tøkniligar skipanir
- góðar førleikar í enskum
Arbeiðsroyndir við og gransking í máltøkni kann vera ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknin
Umsóknarfreistin er 28. januar 2026. Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Søk starvið her
Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at senda teldupost til mtd@setur.fo ella við at ringja til ábyrgdarar av verkætlanini Barbaru Scalvini, tlf. 292562 ella Iben Nyholm Debess, tlf. 292548.
Um Máltøknidepilin
Máltøknidepilin er ein granskingardepil á Fróðskaparsetri Føroya.
Á Máltøknideplinum verður arbeitt við gransking og menning av føroyskari máltøkni, sum er tvørvísindalig fakgrein. Sostatt er depilin staðsettur á Føroyamálsdeildini og virkar í tøttum samstarvi við Náttúruvísindadeildina. Les meira á heimasíðuni.
Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 850 lesandi og 180 starvsfólk.
Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.
Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum, grunnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.