Námslektari í stórdátum
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir námslektara innan dátuvísindi við denti á stórdátum til tíðaravmarkað starv í 3 ár. Á Náttúruvísindadeildini eru bachelorútbúgvingar í lívfrøði, verkfrøði umframt masterútbúgving í dátuvísindum og diplom í kt-verkfrøði.
Starvsøki
Starvssetanin verður sum námslektari og kann eisini vera tíðaravmarkað parttíðarstarv sambært ynskjum, førleikum og royndum umsøkjarans. Góðir menningarmøguleikar eru í starvinum - til dømis luttøka á skeiðum og ráðstevnum innan fakøkið.
Undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur í starvinum verða fyrst og fremst á masterútbúgvingini í dátuvísindum í skeiðinum dátugrunnatøkni til stórdátur, umframt í valskeiðum og verkætlanum í dátugrunnatøkni. Harumframt verða undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur møguliga á øðrum skeiðum, sum eru knýtt at bachelorútbúgvingini í kt-verkfrøði og masterútbúgvingini í dátuvísindum. Væntað verður, at umsøkjarin kann luttaka í menning av nýggjum skeiðum og/ella útbúgvingartilboðum.
Førleikar
Umsøkjarar skulu hava M.Sc. ella ph.d.-útbúgving í teldufrøði, verkfrøði ella náttúruvísindum og royndir innan stórdátur. Ynskiligt hava umsøkjarar undirvísingarroyndir á universitetsstigi innan dátugrunnatøkni til stórdátur og/ella royndir við forritan, stýrisskipanum, web-skipanum og dátugrunnum.
Námslektarar skulu fyrst og fremst hava góðan pedagogiskan førleika, vera góðir undirvísarar og hava nýggja gransking á avvarðandi vísindaøki sum grundarlag. Harafturat skulu námslektarar hava góðan fakligan førleika, rímiligan vísindaligan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing.
Fyrimun hava umsøkjarar við góðum málførleikum í føroyskum, skandinaviskum og enskum. Víst verður í hesum sambandi til málpolitikkin hjá Setrinum, sum sæst her
Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast CV, yvirlit yvir útbúgvingargongd og starvsroyndir og heil avrit av próvskjølum (ikki bara forsíður). Umsóknin við avritum av próvskjølum, viðmælum o.ø. skal sendast her
Setanargongd
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu og í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Freist
Umsóknarfreistin at søkja er 22. mai 2025. Miðað verður eftir at seta starvið skjótast gjørligt.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Høgna Carlsson Kamban, adjunktur í kunningar- og samskiftistøkni á Náttúruvísindadeildini, tel. 292552, t-post hognik@setur.fo
Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya og Náttúruvísindadeildina eru at finna á www.setur.fo.
Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 180 starvsfólk.
Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.
Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.