Barsilsfarloyvisstarv sum lestrarvegleiðari
Spennandi farloyvisstarv sum lestrarvegleiðari á Fróðskaparsetrinum er leyst at søkja.
Um starvið
Fremsta uppgávan hjá vegleiðaranum er, saman við vegleiðaratoyminum, at vegleiða lesandi – bæði í bólki og sum einstaklingar - og at virka fyri, at lesandi fullføra lesturin á Setrinum.
Høvuðsuppgávur
- Vegleiða í persónligum viðurskiftum, sum hava samband við lesturin
- Luttaka í menningini av lestrarumstøðunum á Setrinum og taka lut í átøkum at fyribyrgja fráfalli
- Leggja til rættis og fremja læristuðlandi tiltøk til lesandi
- Luttaka í arbeiðinum at upplýsa og kunna um útbúgvingar
Um teg
Vit vænta, at tú hevur hægri útbúgving í eitt nú vegleiðing ella líknandi og viðkomandi arbeiðsroyndir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir á universitetsøkinum. Vit vænta, at tú:
- Hevur áhuga fyri menniskjum og trivnaðarmálum
- Hevur góð samstarvsevni
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi og at samskipa arbeiðsuppgávur
- Ert opin og uppsøkjandi
- Hevur góð innlivingarevni
- Ert tolin og fleksibul
- Hevur námsfrøðiligar førleikar
- Hevur vitan um og innlit í útbúgvingarskipanir í Føroyum og aðrastaðni
- Hevur vitan um og áhuga fyri føroyskum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum
- Hevur góðan munnligan og skrivligan málkunnleika, serliga í føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
Umsókn, freist og samband
Starvið er fulltíðarstarv fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi. Starvstíðin er 1 ár. Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. mai 2025. Starvsbyrjan verður 1. august 2025 ella sambært nærri avtalu.
Umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum o.ø. skal sendast her
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Johan Hansen, fyrisitingarstjóra, á tel. 292504 ella JohanH@setur.fo fyri at fáa meiri at vita um starvið.
Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 180 starvsfólk.
Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.
Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.
Les meira um Setrið á www.setur.fo