fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi

Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur í løtuni tvey leys størv til at stuðla nýggju útbúgvingini M.Sc. í dátuvísindum, sum setur sjóneykuna á tilgjørt vit (AI), kt-trygd og tólnet (IoT). Allir áhugaðir umsøkjarar við sterkum førleikum innan telduvísindi, kt-verkfrøði ella náttúruvísindi, og sum hava royndir frá antin granskingarstovnum ella vinnulívinum, verða bjóðaðir at søkja. Royndir frá gransking og undirvísing í viðkomandi lærugreinum eru sera ynskiligar, men ikki kravdar.

 

Náttúruvísindadeildin

Deildin bjóðar B.Sc.-útbúgvingar í lívfrøði, almennari verkfrøði, kt-verkfrøði og M.Sc.-útbúgvingina í dátuvísindum. Núverandi granskingarøki á deildini fevna um støddfrøði og hagfrøði, telduvísindi og dátuvísindi, nýtslu av tilgjørdum viti (til dømis máltøkni, veðurlagsforsagnir), algoritmur, teldu- og samskiftisnet, tráðleys net, gengransking, bioinformatikk, lívfrøðiligt margfeldi, umhvørvislívfrøði og evnafrøði, aling og fiskastovnar, alisfrøði og verkfrøði, orkusparing og veðurlagsbroytingar.

 

Størvini

Náttúruvísindadeildin bjóðar umsøkjarum ein spennandi møguleika at gerast partur av kt-toyminum, sum hevur veitt B.Sc. í kt-verkfrøði síðani 2010 og M.Sc. í dátuvísindum síðani 2023.

 

M.Sc. í dátuvísindum setur sjóneykuna á nýggjasta kt-evnir, so sum tilgjørt vit, kt-trygd og tólnet. Tey bæði lýstu størvini eru skapt fyri at stuðla toyminum í øllum arbeiðinum, at leggja til rættis, skipa og undirvísa í bachelor- og masterútbúgvingunum, vegleiða verkætlanir/høvuðsuppgávur hjá lesandi og granska í raðfestu økjunum. Granskingin verður samsvarandi vísindaligu áhugamálum, førleikum og royndum umsøkjarans. Tað verður væntað, at settu starvsfólkini hava ein sterkan vilja at menna seg í starvinum. Starvsfólkini skula halda seg støðugt dagførd innan minst eitt av raðfestu økjunum og menna samstørv við universitet uttanlands í hesum lærugreinum.

 

Førleikar

Umsøkjarar skulu hava viðkomandi universitetsútbúgving (M.Sc. ella ph.d.) í til dømis teldufrøði, kt-verkfrøði, dátuvísindi, støddfrøði/hagfrøði, alisfrøði, elverkfrøði ella líknandi. Umframt neyðuga útbúgving, verður stórur dentur lagdur á viðkomandi arbeiðsroyndir.

 

Umsøkjarar hava í besta føri royndir innan eitt ella fleiri av hesum økjum:

 

·         Kt-trygd ella IoT (1. raðfesting fyri bæði størvini)

·         Dátugreining og hagfrøði við R, innleiðing í tilgjørdum viti, maskinlæring ella djúp læring við Python (2. raðfesting)

·         Innleiðing í teldufrøði, diskret støddfrøði, lineer algebra, stýriskipanir, forritanarverkfrøði, web-skipanir (3. raðfesting)

 

Aðrar ynskiligar royndir eru:

 

·         Góðar undirvísingar- og granskingarroyndir frá universitetum í Norðurlondum ella Evropa

·         Góðir málsligir førleikar í antin enskum, skandinaviskum ella føroyskum máli

·         Viðkomandi og nýligar royndir frá antin kt-vinnuni, granskingarstovnum ella hægri lærustovnum

 

Setanin verður sum adjunktur (vanliga 4 ár), lektari ella professari (føst størv), alt eftir førleikum umsøkjarans. Setan sum námslektari (t.e. fulltíðarundirvísingarstarv) kann eisini avtalast fyri eitt tíðarskeið (vanliga 1-4 ár). Framflyting frá tíðaravmarkaðum adjunkt- ella námslektarastarvi til fast starv er treytað av jaligari meting eftir tíðaravmarkaðu setanina.

 

Umsókn

Umsøkjarar verða bidnir um at senda eina umsókn, ið inniheldur umsóknarbræv (cover letter), heil avrit av prógvum (ikki bert forsíður) og eitt lívsrensl (CV) við til dømis yvirliti yvir akademiska útbúgving, arbeiðsroyndir, ein lista yvir vísindaligar útgávur og/ella eina lýsing av viðkomandi royndum og áhugamálum í undirvísing, gransking og menning. Umsøkjarar við skjalfestum granskingarroyndum frá javnlíkamettum vísindaligum útgávum verða bidnir um at senda í mesta lagi fimm útgávur, sum teir meta vera mest viðkomandi. Umsøkjarar skulu tilskila, á hvørjum stigi teir ynskja at verða settir.

 

Søkt verður um starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta viðkomandi skjøl við. Umsóknin skal vera skrivað á enskum.

 

Størvini verða sett skjótast gjørligt.

 

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 

Freist

Umsóknarfreistin er 15. oktober 2024.

 

Nærri upplýsingar

Fyri nærri upplýsingar vinarliga set teg í samband við Hannes Gislason (hannesg@setur.fo), professara og útbúgvingarleiðara fyri M.Sc. í dátuvísindum, ella Martin Zachariasen, rektara og virkandi dekani á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

 

 

Um Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 170 starvsfólk.

 

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

 

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

 

Lagt út tann
23. aug. 2024
Starv
Vísindafólk ella verkfrøðingar til dátuvísindi
Starvsheiti
Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi
Virki
Fróðskaparsetur Føroya
Deild
Náttúruvísindadeildin
Umsóknarfreist
15. okt. 2024
Starvstíð
Skjótast gjørligt - 31. des. 2028
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor