fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Dekanur til Námsvísindadeildina

Fróðskaparsetrið søkir eftir dekani at standa fyri menning av útbúgving og gransking á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Dekanurin hevur fakliga og fíggjarliga leiðslu av deildini, ábyrgd av starvsfólkunum og av at røkka strategiskum málum.

 

Námsvísindadeildin veitir m.a. læraraútbúgving og námsfrøðingaútbúgving (til dagstovnaøkið, forskúla og til børn og vaksin við serligum tørvi). Námsvísindadeildin hevur umleið 35 starvsfólk og fleiri enn 300 lesandi, og heldur til á Frælsinum í Havn.

Dekanurin er partur av ovastu leiðslu Setursins og hevur tilvísing til rektaran. Dekanurin skal byrja í starvinum 1. apríl 2024 ella skjótast gjørligt, og starvið er tíðaravmarkað til 3 ár við møguleika fyri at leingja setanina.

Fróðskaparsetrið er í løtuni á einum sera spennandi menningarstigi, nú málini í strategiætlanini, Mál og mið 2020-2024, eru um at vera rokkin. Fróðskaparsetrið er eftirmett av einum altjóða toymi, sum í desember 2022 kom við tilmælum um tey næstu menningarstigini á leiðini. Framstig eru gjørd viðvíkjandi menning av einum nýggjum og samanhangandi kampusi mitt í Havn.

 

Høvuðsuppgávurnar hjá dekaninum verða at:

  • Mynda deildina og fremja setning og hugsjón fyri deild og stovn.

  • Verkseta og kjølfesta námsætlanirnar fyri útbúgvingarnar á deildini við støði í gransking og góðskupolitikki Setursins.

  • Menna deildina granskingarliga og virka fyri øktum samstarvi við aðrar deildir og umheimin.

  • Skipa undirvísingar- og granskingararbeiðið í starvsfólkatoymi og fremja samstarv, felags ábyrgdarkenslu og trivnað.

  • Hava starvsfólkaviðurskifti um hendur og stuðla undir fakligu og persónligu menningina hjá starvsfólkunum.

  • Hava fíggjarviðurskifti um hendur og samstarva við leiðslu og fyrisiting um fíggjarstýring og rapportering til tess at halda tillutaða fíggjarkarmin hjá deildini.

  • Hava neyvt samstarv við útbúgvingar- og granskingarleiðararnar á deildini.

 

Førleikakrøv:

Dekanur skal vera granskari á viðkomandi granskingarøki og hava royndir og innlit í universitetsútbúgvingar, gransking, leiðslu og samanspælið millum stovnin og samfelagið sum heild. Vit vænta, at tú hevur góðar leiðsluførleikar, at tú arbeiðir málrættað og sjálvstøðugt, og at tú hevur tev fyri týdninginum av samskifti.

 

Góður málkunnleiki í føroyskum, skandinaviskum og enskum er til fyrimunar Væntað verður, at umsøkjarar, sum hava annað móðurmál enn føroyskt og verða settir í starv, innan 3 til 4 ár ogna sær førleika í føroyskum. Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

Starvið verður sett sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her.

 

Umsókn og freist:

Umsóknarfreistin er 3. mars 2024. Søkt verður um starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta viðkomandi skjøl við.

Biðið verður um, at tú í umsóknini greiðir frá tínum hugsjónum fyri menning av deildini við atliti at krøvunum, ið eru sett omanfyri.

Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Martin Tvede Zachariassen, rektara, á martinz@setur.fo, tel. 292506.

 

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 170 starvsfólk.

 

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

 

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttansetursstuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

 

 

Lagt út tann
05. feb. 2024
Starv
Dekanur til Námsvísindadeildina
Starvsheiti
Dekanur til Námsvísindadeildina
Virki
Fróðskaparsetur Føroya
Deild
Námsvísindadeildin
Umsóknarfreist
03. mar. 2024
Starvstíð
01. apr. 2024 - 31. mar. 2027
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor