fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Vísindastarvsfólk í búskapar- og/ella virkisfrøði

Á Søgu- og samfelagsdeildini er eitt vísindastarv sum adjunktur ella lektari í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði leyst at søkja.

 

Starvsøki

Starvið fevnir um gransking og undirvísing í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði.

 

Førleikar

Til starvið er treyt, at umsøkjarar hava lokið ph.d. Kunnleiki um viðurskiftini í føroyska búskapinum er ein fyritreyt, og royndir við undirvísing á universitetsstigi er ein fyrimunur.

Fyrimun hava umsøkjarar við góðum málførleikum í føroyskum, skandinaviskum og enskum. Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

 

Umsókn

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, umframt yvirlit yvir útbúgvingargongd, vísindalig avrik og arbeiðsroyndir.

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við ummælum og eftirmetingum, um tílík eru til taks.

Við umsóknini skulu vera í mesta lagi fimm vísindaligar greinir. Vegna atlit til metingarnevndina skal umsóknin skrivast á enskum.

Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt. Tú søkir starvið her.

 

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Ein metingarnevnd verður sett at meta um førleikar umsøkjaranna. Hvør umsøkjari fær sendandi metingina av sínum førleikum.

 

Freist

Umsóknarfreist er 1. desember 2023. Miðað verður eftir at seta starvið skjótast gjørligt.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Ellefsen, varadekanur, hanse@setur.fo ella til Hans Andrias Sølvará, dekanur, hansas@setur.fo.

 

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

 

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá  okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

 

 

Lagt út tann
10. nov. 2023
Starv
Vísindastarvsfólk í búskapar- og/ella virkisfrøði
Starvsheiti
Vísindastarvsfólk í búskapar- og/ella virkisfrøði
Virki
Fróðskaparsetur Føroya
Deild
Søgu- og samfelagsdeildin
Umsóknarfreist
01. des. 2023
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor